Niinistö flestar atkvøður

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Sauli Niinistö fekk flestar atkvøður á finska forsetavalinum í dag. Niinistö, sum er valevni hjá teimum konservativu, fekk umleið 40 prosent av atkvøðunum. Paavo Vayrynen, sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri, fekk 17 prosent, og valevnið hjá Teimum Grønu, Pekka Haavisto, fekk 15 prosent.

Av tí at einki valevni fekk oman fyri 50 prosent av atkvøðunum, verður eitt valumfar afturat.

Verandi forsetin, Tarja Halonen, leggur fá sær næsta ár eftir at hava røkt forsetaembætið í tólv ár. Tá hevur hon verið forseti í tvey seks ára skeið, ið er tað mesta, sum stýrisskipanin loyvir.