Nihat sendi turkar í dreymaland

Nihat Kahveci úr Villarreal var stóra hetjan í Turkalandi í gjár, tá hann við tveimum málum seinastu minuttirnar brádliga vendi hóttandi ósigri til víðari luttøku í fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum

Fótbóltur

 

- Tað er ófatuligt, at vit tapa ein dyst, hóast vit eru á odda 2-1, tá fýra minuttir resta av dystinum. Vit kunnu ikki loyva okkurt at gera tílíkt mistøk, sum vit gjørdu, og síðan vænta at vinna. Verjuparturin var ikki nøktandi í seinastu tveimum málunum hjá Turkalandi.

Jú, tað var sanniliga ófatuligt. Turkaland vann seg í gjárskvøldið víðari úr bólkaspælinum. Kravið var ein sigur móti Kekkia, men tað sá einki út, tá farið var um tíman av dystinum. Jan Koller og Jaroslav Plasil høvdu við hvør sínum máli lagt leiðina móti fjórðingsfinaluni. Men turkar fullu ikki í fátt.

Arda Turku minkaði um leiðsluna, áðrenn Nihat Kahveci seinastu løtuna sendi alt Turkaland í dreymaland. Tá tríggir minuttir restaðu av vanligu leiktíðini sendi hann bóltin um málstrikuna, tá Petr Cech í málinum stórliga mistók seg. Og tveir minuttir seinni sendi hann, umvegis samankomingina, í netið til 3-2. Ótrúligt og ófatuligt. Tað mátti kekkiski venjarin, Karel Bruckner, sanniliga eisini viðurkenna.

 

Lítil og høgur

Lítið er at ivast í, at lágvaksni Nihat Kahveci er sera høgt í metum hjá turkan í hesum døgum. Hóast hann hevði gjørt stórvegis um seg, so tók hann av møguleikanum, tá hann beyðst. Liðskiparin tók ábyrgd, tá tað stóð á.

28 ára gamli framherjin er sáttmála bundin at spanska felagnum Villarreal, har hann hevur leikt seinastu tvey árini. Tað eru nú 10 ár síðani, at hann fekk sítt gjøgnumbrot í turkiska Besiktas, har hann skjeyt 27 mál í 114 dystum fyri felagið.

Fyrrverandi venjari hansara í turkiska stórfelagnum, John Toschack, fekk dugnaliga málskjúttan við sær til Spania og Real Sociedad í 2002. Saman við serbanum Darko Kovacevic royndist hann sera væl, har hann 58 ferðir var skrásettur sum málskjútti.

Í gjár kundi hann við sigursmálinum skjóta sítt mál nummar 17 í landsliðsbúnanum, tá hann sendi heimlandið í himmiríkið.