Sambært russiskum myndugleikum eru níggju sivilfólk funnin dripin í ukrainska býnum, Volnovakha í Donetsk har eysturi í landinum.
Býurin hevur verið hersettur av russum síðan í mars í 2022. Tey deyðu vórðu funnin í einum privatum heimi, og øll líkini høvdu skotsár.
Sambært russiskari kanningarnevnd, sum tíðindastovan NTB endurgevur, vóru tvey av teimum dripnu børn.
- Hini vóru foreldrini til børnini og so nakrir gestir í privata heiminum, verður lagt aftrat.
Ukrainski mannarættindakommiserurin, Dmytro Lubinets, ákærir russiskar hermenn fyri at hava dripið ukrainsku familjuna, meðan tey hildu føðingardag.
NTB veit at siga, at maðurin, sum sambært Dmytro Lubinets er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina, er ein russiskur hermaður úr Tsjetsjenia.