Níggju bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Summir av teimum koyrdu alt ov skjótt

Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni og mátaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og har vóru fleiri bilar, sum fingu klipp í koyrikortið.  Tað vóru eisini nakrir, sum mistu koyrikortið treytað, og sum sostatt mugu upp til nýggja koyriroynd.

 

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra næstan 90 í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. So tað er elt for skjótt og sostatt mssir førarin koyrikortið treytað.

 

Lastbilar hava loyvi til at koyra 70 í óbygdum øki, men ein lasbilur varð tikin fyri at koyra 98 klometrar um tíman, og sostatt missur bilførarin koyrikortið treytað.

 

Tað var Millum Fjarða og í Søldafirði, at ferðmátingarnar vórðu gørdar. Tilsamans fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið í gjár og fýra bilførarar mistu koyrikortið treytað.