Níggju av heimsins londum hava kjarnorkuvápn

Tað eru USA og Russland, sum hava nógv tær størstu goymslurnar av kjarnorkuvápnum.

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, er nýliga spurdur, um útbreiðslan av amerikanskum kjarnorkuvápnum í Evropa órógvar Russland.

 

Í sínum svari viðgongur talsmaðurin, at hetta kennist órógvandi í Moskva. Tíðindafólk spurdu eisini, hvat svarið hjá Russlandi er.

 

- Eitt hóskandi svar, endurgevur statsriknað russiska tíðindastovan Tass hann fyri at siga.

 

Herfyri gjørdist greitt, at Russland ætlar at seta kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi, og russiski forsetin sigur seg vóna, at arbeiðið verður liðugt í juli í ár.

 

- Vit lata ikki eftirlitið við okkara kjarnorkuvápnum til Hvítarusslands, men vit seta tey upp har. Júst, soleiðis sum USA hevur gjørt í Evropa í fleiri ár.

 

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, tá hann hevði kunngjørt hesar kjarnorkuætlanir, sum Russland og Hvítarussland tykjast vera samd um.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at í løtuni eru tað tilsamans níggju lond, sum hava kjarnorkuvápn í sínum vápnagoymslum.

 

Londini eru sambært tíðindastovuni USA, Russland, Stórabretland, Frakland, Kina, India, Pakistan, Ísrael og Norðurkorea.

 

Men, tað eru USA og Russland, sum hava nógv tær størstu goymslurnar.

 

- USA hevur í dag 1.770 spreingiløðingar, sum eru klárar at brúka, og Russland hevur 1.674 - Frakland hevur 240, og Stórabretland hevur 120, veit NTB at siga.

 

Tíðindastovan sigur einki um, hvussu nógvar spreingiløðingar eitt nú Kina, India, Pakistan, Ísrael og Norðurkorea hava.