Nigeria nýggjan forseta

Fyrrapartin varð Goodluck Jonathan tikin í eið sum forseti í Nigeria. Hann tekur við eftir Umaru Yar?Adua, sum doyði eftir drúgva sjúkralegu, 58 ára gamal. Goodluck Jonathan, sum var varaforseti frammanundan, skal fyribils røkja forsetaembætið í ellivu mánaðir, tí tá endar verandi valskeið.

Tað er ikki greitt, um Jonathan ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum í apríl næsta ár.

Tað er annars ein óskrivað lóg í Nigeria, at muslimarnir og tey kristnu skiftast um at hava forsetan. Jonathan er kristin, og undanmaðurin var muslimur.