Sunday Mba skoraði einasta málið í finaluni í Africa cup of Nations, og harvið vann Nigeria steypið fyri triðju ferð.
Mótstøðuliðið, Burkina Faso, hevði heilt óvæntað spælt seg finaluna, við sigri á Gana í hálvfinaluni. Nigeria vann á favorittunum úr Fílabeinsstrondini í sínari hálvfinalu.
Nigeria hevði stóra yvirvág í spæli, og tað var stutt fyri hálvleik, at Sunday Mba vippað-i bólotin upp um Mohamed Koffi og smekkaði hann í handara hornið.
Burkina Faso var líka við at javna, tá Wilfried Sanou noyddi Vincent Enyeama út í eina fingraspíss bjarging. Ahmed Musa gleið, tá hann sá út til at skora, og Victor Moses var líka við at prika bóltin í mnálið til 2-0.
Hetta er bert aðru ferð, at ein maður lyftir steypið, bæði sum leikari og sum venjari. Stephen Kesi var liðskipari seinast Nigeria vann steypið í 1994, og hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at ein littur venjari vann kappingina.