Nigel Clough trýr uppá møguleikan

Í kvøld kl. 8 verður seinna hálvfinalan í Liga Cup kappingini millum Manchester United og Derby spæld á Old Trafford Leikvøllinum í Manchester. Derby vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og spældi liðið ein branddyst tá.

 

Nýggi venjarin hjá Derby, Nigel Clough heldur, at liðið kann vinna seg í finaluna, sum verður spæld á Wembley Leikvøllinum í London: - Vit eru førir fyri at fáa eitt úrslit á Old Trafford, um tað so verður ein javnleikur ella ein sigur. Vit mugu halda 1-0 leiðsluna, sum vit hava nú, so eg fari ikki at spæla við 3 áleyparum. Men tú kanst ikki bara verja í 90 minuttir á Old Trafford. Tá vit fáa møguleikan at fara í álop, so taka vit av. Sigur Nigel Clough við BBC.

 

Nigel Clough hevur fyrr verið við til at skelka Manchester United í einari steypakapping. Í Januar 2006 var Nigel Clough venjari hjá 5. deildarliðnum, Burton Albion, sum megnaði at spæla 0-0 ímóti Manchester United í FA Cup kappingini á heimavølli. Men umdysturin á Old Trafford endaði 5-0 til Manchester United.