Nieto vann í Meksiko

Fyribilstøl vísa, at Pena Nieto vann forsetavalið í Meksiko í gjár, og sostatt hevur PRI-flokkurin endurvunnið forsetaembætið. Eftir fyribilstølunum, sum valnevndin hevur almannakunngjørt, hevur Nieto fingið 38 prosent av atkvøðunum.

Hansara harðasti kappingarneyti, Andres Manuel Lopez Obrador, sum er úr vinstraflokkinum PRD, hevur fingið góð 30 prosent, og á triðja plássi er Josefina Vazquez Mota úr stjórnarflokkinum við umleið 26 prosentum av atkvøðunum.

Umleið 80 milliónir fólk høvdu atkvøðurætt á forsetavalinum í Meksiko í gjár.