Niels Pauli og Steintór metsølu

Seinasta fríggjadag seldu hvalbiartrolararnir, Niels Pauli og Steintór, fyri góðar 2,5 miljónir krónur í Hvalba. Herfyri seldu vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, eina upsalast í Klaksvík fyri góðar 2,3 miljónir krónur.

Reiðarin, Tummas Christophersen, segði tá, at hetta var ikki størsta last í nøgd, men í veiðivirði øll tey 11 árini, hann hevur verið útgerðarmaður hjá skipunum.

Men seinasta fríggjadag høvdu hvalbiartrolararnir, Niels Pauli og Steintór, eina uppaftur betri sølu í Hvalba, enn Vestmenningur og Fram høvdu í Klaksvík.

Niels Pauli og Steintór høvdu 280 tons tilsamans, og meginparturin av veiðini var upsi.

Portalurin hevur fingið at vitað, at skipini hendan túrin seldu fyri góðar 2,5 miljónir krónur, og tað munnu vera fáar sølur hjá einum partrolarapari, sum hava verið størri enn hendan.