Niels Pauli Danielsen og liðfelagarnir í ÍF kunnu í dag fegnast um ein góðan 4-2 útisigur ímóti EB/Streymi í Streymnesi í dag.
Fyri Niels Paula Danielsen og liðfelagarnar hevur tað týdning at enda væl, hóast tað ikki broytir nakað uppá endastøðuna. Nú ætlar ÍF sær ein sigur ímóti 07 Vestur, sum í tveimum førum fyrr í ár hevur vunnið ímóti ÍF við málum, sum eru komin heilt ímóti dystarenda.
ÍF hevur fingið helvtina av teimum 12 stigunum ímóti EB/Streymi hetta kappingarárið. Fyrr í ár vann ÍF 3-1 á EB/Streymi á heimavølli.
Niels Pauli Danielsen hevur enn ikki tikið avgerð hvørjum liði hann spælir við komandi kappingarár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Niels Paula Danielsen aftaná 4-2 sigurin í Streymnesi.