Niels Pauli hevur fiskað størstu makrelnøgdirnar

Líkt er til, at tað er eitt sindur trupult í eini handavend at fáa greiði á, hvussu nógvur makrelur er veiddur av felagskvotuni, sum ísfiskaskip og onnur skip undir føroyskum flaggi – undantikið nótaskipini - hava fiskað, síðan fyrri helmingur av stívliga 40.000 tonsum av makreli varð leysgivin til veiði hin 20. juni

Landsstýrið hevur ásett, at tey fyrstu 20.000 tonsini av hesi felagskvotu kunnu fiskast frá 20. juni – og síðan skulu sambært ætlanini onnur 20.000 tons leysgevast til veiði hin 20. juli.
Men hvussu nógv ísfiskaskip og onnur skip, sum hava fingið loyvi at fiska, eru virkin í hesi veiði, og hvussu nógv tey higartil hava fiskað, er eftir øllum at døma ikki so einfalt at fáa greiði á.

Ov nógv sild
Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at veiðan hjá ísfiskaskipum hevur verið nøkulunda sum í fjør, har tað gongur betri hjá summum enn hjá øðrum skipum at fiska.
- Men vit hava einki hoyrt um, at skip sum heild hava latið illa at, sigur eftirlitið.
Trupulleikar hava verið við ov nógvari sild uppi í makrelveiðini, og trupult hevur soleiðis verið hjá skipum at halda seg undir prosentvísa hámarkið fyri hjáveiði.
Men enn hevur Fiskiveiðieftirlitið ikki tikið nakað skip fyri ov nógva hjáveiði.
- Hjá teimum skipum, sum hava sildakvotu, verður sildin drigin burtur av hesi kvotu, sigur eftirlitið.
Sum skilst, er flakatrolarin Vesturvón eisini farin á makrelveiði, eins og Gadus hjá JFK-Troli eisini fer at gera onkran túr, til annað skip hjá felagnum er klárt at fara.
Rækjutrolin Arctic Viking, sum annars hevur verið á beding á skipasmiðjuni í Havn, loysti eisini herfyri saman við einum makkara, men teir fingu trupulleikar við motorinum og noyddust at leggja leiðina til lands aftur.

Veiðan higartil
Fiskiveiðieftirlitið ger á síni heimasíðu upp fráboðaðu makrelveiðina í føroyskum sjógvi, men í yvirlitinum eru nótaskip, ídnaðarskip og ísfiskaskip øll í sama yvirliti – og tískil fiska øll hesi skip ikki av somu kvotum. Nótaskipini hava sínar kvotur, meðan ísfiskaskip og onnur skip fiska av nevndu felagskvotu á 20.000 tons.
Yvirlitið hjá Fiskiveiðieftirlitinum sigur annars, at veiðan hjá føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi higartil hevur verið henda:
Atlantsfarið 40 tons, Christian í Grótinum 108,5, Fagraberg 1.994,4, Farið 0,0, Finnur Fríði 2.314,6, Franziska 697,3, Høgaberg 272,1, Jupiter 2.372, Niels Pauli 320, Norðborg 1.980, Næraberg 671,2, Pacific Voyager 0,0, Phoenix 0,0, Steintór 155 og Tróndur í Gøtu 1.614,9.
Sambært yvirlitinum hevur samlaða makrelveiðan hjá skipum undir føroyskum flaggi – og í føroyskum sjógvi – higartil verið 12.540 tons.