Niels Pauli er ættaður úr Vági. Foreldini vóru: Elsa og Hilmar S. Danielsen í Vági. Elsa var úr Vági, og Hilmar var ættaður av Teigum í Fámjin.
Niels Pauli tók sum ungur studentsprógv upp á tvey ár í Danmark. Síðan var hann vikarur við Klaksvíkar Skúla í eitt ár. Eftir tað sigldi hann m.a. við sluppini "Fimm systrar" hjá Simon David Kalsø í Klaksvík.
Hann fekk Gudfrøðisligt embætisprógv í Keypmannahavn í 1968. Hann var prestur á Viðareiði frá 1968-73, í Sjóvar sókn frá 1973-80. Síðan 1980 hevur hann verið prestur í Klaksvík.
Hann var í farloyvi frá 1985-88, tá hann var Landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og fiskivinnuflokk. Hann var løgtingsmaður frá 1988-94 fyri flokkin, valdur í Norðoya valdømi.
Hann sat í bygdaráðnum á Viðareiði frá 1970-74 og í Sjóvar kommunu frá 1977-80.
Niels Pauli er giftur við Elsebeth, f. Kalsø, úr Klaksvík, tey eiga synirnar Hilmar og Olgar. Elsebeth og Niels Pauli eiga 7 ommu- og abbabørn.
Føðingardagurin verður hildin í KFUM og K í Klaksvík frá kl. 18, har øll eru vælkomin.