Niels Midjord og Lív Næs útgávukonsert í Miðlahúsinum

Mikukvøldið 1.apríl kl. 19 verður útgávukonsert við Niels Midjord og Lív Næs í Miðlahúsinum. Niels og 20 ára gamla Lív, bæði úr Fuglafirði, hava yvir eitt longri tíðarskeið arbeitt við einari fløgu við vísum hjá norska vísusangaranum Alf Prøysen, sum Niels Midjord hevur týtt.

 

Hetta er onnur fløga við tí fyri eygað at vekja ans fyri norðurlendskum vísuklassikarum í Føroyum.

 

Konsertin byrjar kl.19.00 og er ókeypis.

 

 

Konsertin byrjar kl.19.00 og er ókeypis.