Niels Christian Nolsøe frá sum stjóri á Elektron

Nevndin hevur avgjørt, at Elektron skal leggja áherðslu á føroyska marknaðin, og tí hevur stjórin ynskt at verða loystur úr starvi

– Nevndin í Elektron hevur gjørt av, at fyritøkan í størri mun enn nú skal leggja áherðslu á tænastur á føroyska marknaðinum, sum eru inntøkugevandi fyri Elektron. Hetta merkir m.a., at menning av nýggjum forrætningsøkjum uttanlands steðgar.

 

Hesum boðar nevndin í Elektron frá í morgun, samstundis, sum nevndin boðar frá, at stjórin seinastu 19 árini, Niels Christain Nolsøe, í hesum sambandi ynskt at verða loystur úr starvi.

 

Nevndin í Elektron hevur tikið hetta til eftirtektar og hevur tí í dag loyst Niels Christian Nolsøe úr starvi.

 

Kjartan Thomassen er settur sum fyribilsstjóri. Hann hevur starvast sum tekniskur stjóri á Elektron og hevur verið ein av eigarunum og stjóri í Sam-Teld, sum Elektron keypti í 2007.

 

– Niels Christian Nolsøe hevur seinastu 19 árini leitt Elektron ígjøgnum tíðarskeið við stórum broytingum í tøkni og virksemi og harav fylgjandi avbjóðingum, skrivar nevndin, sum eisini sigur seg hava verið nøgda við tað arbeiðið, sum Niels Christian hevur gjørt fyri Elektron – og nevndin ynskir Niels Christian blíðan byr framyvir.