Niels Áki setti í dag tvey donsk met

Eitt gull og eitt silvurmerki varð føroyska úrtøkan á fyrra degnum í DM í vektlyfting. Eisini setti Niels Áki Mørk nýggj donsk met í trekk og í tvídysti

Hetta vikuskiftið verður kappast um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting.

 

Kappast verður í Fredericia, og longu í morgun skuldu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen royna seg. Teir kappast í ávíkavist -61 og 67 kg bólkunum.

 

Niels Áki var einasti íðkarin í sínum vektflokki, so gullið kravdi bara tvey góðkend lyft, men fyri tað ber til at kappast móti sær sjálvum.

 

Og tað gjørdi Niels Áki eisini. Við 96 kg hevði hann longu undan kappingini danska metið, men hetta varð sett tvær ferðir í morgun. Eftir eitt innleiðandi lyft á 94 kg, syfti Niels Áki fyrst 97 og síðani 101 kilo upp um høvd, og so er danska metið væl og virðiliga undirstrikað.

 

Hjá Pól Hendriki var um at ganga galið í fyrra partinum av kappingini. Hann fekk ikki strekt albogarnar rætt í tveimum teimum fyrstu royndunum, men triðju ferð eydnaðist at fáa 90 kg upp um høvd, sum gav honum silvurmerki í trekk-partinum.

 

Tá soleiðis er, er trýst á lyftaranum. Skuldi triðja royndin eisini miseydnast, var Pól ikki longur partur av samlaða tvídystinum, men hetta eydnaðist so tíbetur.

 

Tá vend & stoyt var á skránni, lyfti Niels Áki 111 kg í fyrstu royndini, og so varð farið eftir danska metinum, sum er 117 kg. Áður hevur Niels Áki lyft 122 kg, men tá hevur vektin verið ov høg til -61 flokkin. Men á degnum eydnaðist hetta ikki. Í seinastu royndini kom vektin upp um høvd, men armarnir vóru ikki strektir, og so telur lyftið ikki.

 

Í tvídystinum fekk Niels Áki sostatt 212 kilo, og er hetta eisini danskt met.

 

Hjá Pól Hendriki gekst betur seinna partin av kappingini. Hann royndi seg við 109, 112 og 116 kg, og øll trý lyftini vórðu góðkend.

 

Tað rakk akkurát ikki til gullið í hesum partinum av kappingini, og talan gjørdist soleiðis um trý silvurmerki til Pól Hendrik.

 

Triði føroyski lyftarin í kappingini er Maibrit Reynheim Petersen, sum kappast í – 76 kg flokkinum hjá kvinnum. Tann kappingin verður í morgin klokkan 12.20 okkara tíð. Til ber at fylgja kappingini á vanganum hjá Dansk Vægtløftningsforbund.

 

##med2##

 

##med3##