Niðurstøðan sum bjargaði Johan Dahl

Her er frágreiðingin hjá Johan Dahl, sum sannførdi løgmann og tingmanning Sambandsfloksins um, at Johan Dahl einki skeivt hevur gjørt:

Her er frágreiðingin hjá Johan Dahl, sum sannførdi løgmann og tingmanning Sambandsfloksins um, at Johan Dahl einki skeivt hevur gjørt:

 

 

Kjarnin í málinum: Ikki brot á lóg um ábyrgd landsstýrisins

 

1. Tað er landsstýrismaðurin og bara landsstýrismaðurin, sum kann áleggjast ábyrgd eftir løgtingslógini um ábyrgd landsstýrisins.

 

2. § 5 í løgtingslógini um ábyrgd landsstýrisins ásetir, at løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Landsstýrismaðurin kann eisini verða áleggjast ábyrgd fyri brot á m. a. játtanarreglur, sum ein undirmaður hevur framt, sbr. § 4 í nevndu lóg

 

3. Er farið út um játtanina, og harvið framt brot á § 43, stk. 2 í stýrisskipanarlógini um at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður, skal tað metast eftir løgtingslógini um ábyrgd landsstýrisins, hvørt landsstýrismaðurin kann áleggjast ábyrgd fyri hetta. Treytin fyri tí er m.a., at brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni.

 

4. Hóast landsstýrismálanevndin metir, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin ikki bað um eykajáttan ella syrgdi fyri at fáa viðurskiftini í rættlag í fíggjarárinum 2013, so er niðurstøðan hjá nevndini, at hóast landsstýrismaðurin var seinur at seta tiltøk í verk, so ber ikki til at staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið løgtingslógina um ábyrgd landsstýrismanna.

 

5. Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini sostatt er, at landsstýrismaðurin ikki hevur framt brot á § 5, sbr. § 4 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins, og sostatt ikki tilætlað ella av grovum ósketni hevur skúgvað viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldið hansara.

 

Tá landsstýrismálanevndin (meirlutin) staðfestir at brot er ikki framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins, er trupult at grundgeva fyri, hví landsstýrismaðurin skal úr embætinum.

Víst verður í hesum sambandi til hjáløgdu grein hjá Jógvan Páll Lassen, advokati, ið tekur undir við hesi niðurstøðu.

 

 

Fakta í málinum: Manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni

Bæði Løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfesta at umfatandi fíggjarligt óskil var á SSL.

 

Gjøgnum árið 2013 var áhaldandi samskifti við SSL um játtan og sparitiltøk. Fyrst formliga fráboðanin frá SSL um møguligt hall kom 9. oktober, tá fyrivarni varð tikið til august roknskapin. 11. oktober 2013 hevur landsstýrismaðurin fund við stjóran á SSL, har hann sigur við stjóran, at VMR hevur manglandi álit á fíggjartølunum frá SSL, og bað stjóran fáa hetta í rættlag.

 

Fatanin hjá VMR var, at talan var um ein roynd hjá leiðsluna á SSL at fáa meirjáttan, sum ikki kundi undirbyggjast, og at tessvegna hingu tølini ikki saman. Upp á táverandi tíðspunkt visti VMR ikki um fíggjarliga óskilið, sum varð staðfest í frágreiðingini frá Januar.

Avgerandi vitanin um støðuna á SSL kom fram á fundi millum VMR og grannskoðanina 18. og 20. desember 2013. Tá gjørdist greitt, at tað vóru stórir munir millum rapporteringina hjá SSL í Búskaparskipan Landsins og egnu skipan stovnsins.

 

 

Støðan 20. desember: Manglandi fíggjarlig stýring

 

• Bókhaldið ikki dagført


 

• Lønir ikki bókaðar seinastu 5 mánaðirnar


 

• 400 rokningar “hingu” í skipanini


 

• 7 mió.kr. bókaðar eftir bara einum degi


 

• Innrapporting av mánaðarroknskapum til VMR ikki rættvísandi

 

 

VMR og landsstýrismaðurin vóru ikki fyrr enn 20. des. vitandi um, at bókhaldið hjá SSL ikki varð dagført og VMR og landsstýrismaðurin høvdu heldur ikki grund til at ivast í hesum, tá stovnurin í sambandi við góðkenning av mánaðarroknskapinum váttar, at alt er bóka og allar skyldur skrásettar.

 

Orsaka av vantandi fíggarligari stýring, fekk landsstýrismaðurin ikki rættvísandi upplýsingar frá SSL um fíggjarstøðuna á stovninum, sum hevði við sær, at landsstýrismaðurin ikki rættstundis kundi fyribyrgja meirnýtsluni – annaðhvørt við at tryggja, at tiltøk vórðu sett í verk, ella við at fáa til vega økta játtan.

 

Hvørki landsstýrismaðurin ella VMR vóru vitandi um, hvussu víðfevnt fíggjarliga óskilið á SSL var, og í grannskoðaðum roknskapum og roknskaparprotokollum, ið landsstýrismaðurin og VMR fyrihalda seg til í sínum eftirliti av SSL, framgekk ikki, at fíggjarliga innaneftirlitið á stovninum ikki var í lagi.

 

Ríkisgóðkenda grannskoðanin var heldur ikki nøktandi, og avmarkar hetta í sera stóran mun møguleikarnar hjá landsstýrismanninum og aðalráðnum at útinna sítt eftirlit við stovninum.

Eitt val millum pest ella kolera – lata løgtinginum skeivar upplýsingar ella møguliga ikki halda játtan

 

Tá ein stovnur ger galdandi at hann manglar pengar, men roknskapartøl og fyriliggjandi upplýsingar ikki kunnu undirbyggja hesum og kanska heldur benda á tað øvugta, so hevur landsstýrismaðurin ikki grundarlag at biða Fíggjarmálaráðið ella Løgtingið um eykajáttan. Ger hann tað, er vandi fyri at hann gevur skeivar/ikki nøktandi upplýsingar. Um landsstýrismaðurin bara velur at taka fyrivarni fyri rættleikanum av upplýsingunum, so er vandi fyri at skyldan at upplýsa og fyrireika málið verður flutt til Fíggjarmálaráðið ella Løgtingið.

 

Tvístøðan hjá einum landsstýrismanni í hesum sambandi er, hvørt skyldan hjá landsstýrismanninum at síggja til skjótast til ber at fáa lagt umsókn um eykajáttan fyri Tingið, í eini støðu sum tí fyriliggjandi, kann setast fram um skylduna at lata Løgtinginum rættar og nøktandi upplýsingar?

 

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum var heilt greitt, at hann ikki kundi lata Løgtinginum umbøn um eykajáttan, um ikki hendan kundi grundast á rættar og nøktandi upplýsingar.

 

 

Játtanin kundi havt hildið við nøktandi fíggjarstýring

Tað var uppá einki tíðspunkt greitt, at játtanin hjá SSL ikki fór at halda. Við støði í teimum upplýsingum, sum

 

• Sparitiltøk framd fyri umleið 10,9 mió.kr. í 2013
o Útvið 3.800 tkr. spardar í oljuútreiðslum netto.


 

– Eyka summartúrurin hjá Smyrli varð spardur burtur (1,2 – 1.5 mió.kr.)


 

– Stovnurin hevur havt øktar inntøkur á 1,88 mió.kr. í mun til 2012 og 3,03 mió.kr. í mun til inntøkujáttanina á fíggjarlógini 2013.


 

– Stovnurin fekk í játtanini fyri 2013 á 2,9 mió.kr. til øktar útreiðslur, orsakað av nýggjum hvíldarreglum, men sjálvt í sambandi við grannskoðanina av ársroknskapinum 2013, kundi SSL ikki vísa á nakran kostnað av hvíldarreglunum. Sostatt loypa allar hesar 2,9 mió.kr. av.

 

Ætlaða sparingin á 3,8 mió. kr., sum svarar til 2% av útreiðslukarminum, varð sostatt spard inn vegna lægri oljuprísir, øktar inntøkur, burturspardan túr hjá Smyrli og játtan til hvíldarreglur.

 

Um stovnurin hevur havt nøktandi fíggjar- og útreiðslustýring, so er sannlíkt, at játtanin kundi hildið.

 

 

Átøk framd í 2014, at rætta viðurskiftini á SSL:

• Nýggjur stjóri settur


• Nýggjur fíggjarleiðari settur


• SSL farið inn í Búskaparskipan Landsins


• Budgettið og fíggjarstýringin munandi meira útgreinað


• Nýggj reglugerð fyri SSL verður gjørd


• Grannskoðanin av stovninum sannlíkt flutt til Landsgrannskoðanina


• Nýggj herd roknskaparreglugerð verður gjørd


• Nýggjar leiðreglur fyri avspákan og sjúkufráveru gjørdar


• Mánaðarlig uppfylging í mun til atfinningar í grannskoðanarprotokollini

 

 

Johan DahlLandsstýrismaður