– Eg vóni at koma við eini niðurstøðu síðst í september, sigur forkvinnan í Landsstyrismálanevndini, sum viðger kæru um handfaring hjá Johan Dahl av Strandferðsluni.
Um ein mánað er væntandi greitt, um Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt í málinum um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni.
Ein samlað andstøða kærdi landsstýrismannin í vinnumálum í kjalarvørrinum á lemjandi viðmerkingum frá løgtingsgrannskoðarunum til roknskapin á Strandferðsluni fyri 2013.
Í frágreiðingini vísa løgtingsgrannskoðararnir á, at leiðslan á Strandferðsluni fleiri ferðir gjøgnum árið í fjør boðaði Vinnumálaráðnum frá, at pengar komu at mangla í. Men landsstýrismaðurin bað ikki um eykajáttan, sambært landsstýrismanninum tí at roknskapartølini hjá Strandferðsluni vóru alt ov ógreið. Í síni niðurstøðu átala løgtingsgrannskoðararnir tó hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði løgtingið ella bað løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin fór ikki at halda.
Tá avtornaði vísti grannskoðaði roknskapurin, at Strandferðslan í fjør brúkti 4,4 milliónir krónur meira enn játtað varð á fíggjarlógini.
Kæran varð latin Landsstýrismálanevndini fyrst í mai, men nevndin fekk ikki seinastu skjølini í málinum fyrr enn síðst í juni. Talan er um rættuliga rúgvusmikið tilfar, bæði frá Vinnumálaráðnum og Strandferðsluni, umframt sjálv frágreiðingin frá løgtingsgrannskoðarunum og tilfar frá landsgrannskoðanini og privatari grannskoðarafyritøku.
– Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur tíðliga í september, og tá fara vit at taka samanum málið. Eg vóni at nevndin kemur við eini niðurstøðu síðst í september, sigur Sirið Stenberg, forkvinna.
Hon ynskir annars ikki at gera stórvegis viðmerkingar til málið, meðan tað liggur í Landsstýrismálanevndini.
Kanningararbeiðið, ið tekur støði í fíggjarstøðuni á Strandferðsluni í fjør, verður gjørt samstundis sum nýggja leiðslan á Strandferðsluni roynir at fáa yvirlit yvir, hvussu nógvir pengar koma at mangla í á stovninum í ár.
Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, letur Vinnumálaráðnum eina frágreiðing um aktuella fíggjartørvin á stovninum, og síðani noyðist landsstýrismaðurin í løgtingið eftir fleiri pengum. Frágreiðingin verður væntandi almenn seinni í dag.
Meirjáttanin til Strandferðsluna er væntandi við á samlaðu eykajáttanarlógini fyri september.