Viðferðin sum Fólkaflokkurin hevur givið Anniku Olsen kostar flokkinum dýrt í Havn – so nógv, ar flokkurin sambært veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Miðlahúsið hósdagin, telist millum minstu flokkar í høvuðsstaðnum.
Einans 6,6 prosent av veljarunum í Havn høvdu sett krossin við Fólkaflokkin, um val var í dag. Tað er ein afturgongd upp á 10,3 prosentstig í høvuðsstaðnum, har flokkurin frammanundan var illa fyri, sum uttan iva kann tilskrivast viðferðini, sum Fólkaflokkurin nú hevur givið Anniku Olsen, sum í sjónvarpinum fríggjakvøldið boðaði frá, at hon ikki stillar upp aftur fyri Fólkaflokkin, so leingi sum Jørgen Niclasen er formaður og so leingi, sum ein lítil sera konservativur meiriluti av tingmanning floksins ræður.
Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, stuðlar Anniku Olsen. Tað eru fimm menn, sum stjórna Havnar Framburðsfelag: Rói B. Poulsen, formaður, Regin W. Dalsgaard, næstformaður, Helgi D. Michelsen, Rói Snorrason og Óli Breckmann. Síðstnevndi er í øllum førum ein tungvektari í Fólkaflokkinum, og næstformaðurin, Regin W. Dalsgaard hevur váttað fyri in.fo, at Annika Olsen hevur fulla stuðul felagsins. Tað bendir á, at Fólkaflokkurin er í sera stórum trupulleikum, tá tungvektarar sum Óli Breckmann fara beint ímóti Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Jákupi Mikkelsen – og tá veljarar floksins í høvuðsstaðnum revsa flokkin so hart fyri viðferðina, sum flokkurin hevur givið Anniku Olsen.
Nú kann ein slík veljarakanning, sum er gjørd sama dag, sum løgmaður tilnevndi eitt landsstýri, bara við monnum, sum er eitt beinleiðis úrslit av, at Fólkaflokkurin fyri alt í verðini vil halda Anniku Olsen uttan fyri Løgtingið, verða merkt av eini ávísari vreiði ímóti Fólkaflokkinum, sum kann geva eitt størri útslag í eini slíkari veljarakanning.
Men hvønn flokk Annika Olsen so fer at stilla upp fyri, kunnu vit bara gita um. Men hon hevur verið limur í Framsókn eina løtu eftir løgtingsvalið í 2015. Tað vita vit, og tað veit veljarin eisini. Um tað er orsøkin, skulu vit lata vera ósagt, men Framsókn hevur stóra framgongd í høvuðsstaðnum, sambært veljarakanningini hjá spyr.fo.
Framsókn fær 14,8 prosent í kanningini, og er triðstørsti flokkur í høvuðsstaðnum eftir Javnaðarflokkin og Tjóðveldi – og framman fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.
Og hóast Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga tilsamans 13,8 prosentstig aftur í Havn, so kvinkar Miðflokkurin fram. Hann gongur 0,7 prosentstig fram í høvuðsstaðnum.
Javnaðarflokkurin hevur nøkulunda somu støðu í Havn, sum í landinum annars. 33,1 prosent í Havn, 31,4 prosent uttan fyri Havnina og 32,1 prosent fyri alt landið.
Tjóðveldi hevur munandi betri støðu í Havn sambært kanningini enn kring landið annars. Í Havn 25,6 prosent og uttan fyri Havnina 15,8 prosent.
##med2##
##med3##