Fíggjarmálastýrið hevur nú í langa tíð sópað alt Norðureuropa fyri at finna niddingar og svíkjarar til at manna okkara bjargingarskip við. Soleiðis kunnu tænastufólk í fíggjarmálastýrinum ótarnað røkta teirra egnu forfengiligheit, til ógagns fyri Føroya Fólk. Maskinstjórin á Brimli og tit tíggju, sum nú standa uttan arbeiði, mugu síggja í eyguni, at tit hava tapt móti fíggjarmálastýrinum. Sjey navnleys fólk av tykkara egnu stungu tykkum í ryggin. Her má eg síga sum norðmaðurin. "Fy for fanden" .
At fáa umboðsmannin at kanna Fíggjarmálastýrið er slett ikki óhugsandi. Prosessin tekur langa tíð, so tit eru helst deyðir í raki, áðrenn nakað úrslit fæst hagani. Tí vil eg vóna, at tit bliva settir í annað starv skjótt.