Niðari vøllur liðugur

Seinnapartin í gjár bleiv Niðari vøllur í Gundadali handaður. Síðan Ovari vøllur varð skiftur í juni og Tórsvøllur endaliga varð tikin í nýtslu til heimadystirnar hjá landsliðnum herfyri, so hevur bara verið bíðað eftir Niðara vølli, sum nú eisini verður tikin í nýtslu.

 

Feløgini í Gundadali hava havt avbjóðandi umstøður seinastu tvey árini, tí tað hava bara verið tveir vøllir tøkir, og til tíðir bara ein, tá garslíkið bleiv skift á Ovara vølli. Í gjár bleiv Niðari vøllur í Gundadali handaður.

 

- Her er at kalla alt nýtt. Undirlagið er umvælt og gjørt av nýggjum, stoytdoyvingarlagið er nýtt og graslíkið er nýtt – sama slag sum á Ovara vølli og á Tórsvølli. Vøllurin er liðugur, men tit mugu vísa eitt vet av toli eina tíð enn, tí komandi mánaðirnar verða nakrar ábøtur gjørdar á gyrðingar og á lendið kring vøllin, segði Heðin Mortensen, tá vøllurin varð tikin í nýtslu.

 

- Eg skal takka øllum tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðnum: Høvuðsarbeiðstakari hevur verið Metatron ehf. og høvuðsráðgevi hevur verið pf. LBF. Asfaltarbeiðið er veitt av Spf. HJ Asfalt, slírar til stengurnar og onnur arbeiði er gjørt av Spf. 3S, meðan ábøturnar á brunnarnar er gjørt av rakstrardeildini hjá kommununi. Verkætlanarleiðsluna hevur tekniska fyrisiting staðið fyri saman við Ítróttaanleggum og umsitingini hjá kommununi, segði Heðin Mortensen og legði afturat:

 

- Eg vil samstundis takka okkara lokalu feløgum, tí samlaða arbeiðið her í Gundadali hevur kravt heilt ómetaligt tol av øllum pørtum. Tað skulu tit øll hava stóra takk fyri. Nú hann stendur liðugur fari eg at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer at framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit. Tillukku við vøllinum øll somul og allarbestu eydnu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at enda.

 

##ms##