Føroyski vinnukavaraskúlin byrjaði eitt vinnukavaraskeið fyri nøkrum vikum síðani. Í vikuskiftinum kavaðu vinnukavaranæmingarnir niðanfyri 26 metra dýpið, fyri fyrstu ferð. Kavingin gekk av tí allar besta.
Tað var ikki frítt at næmingarnir vóru stoltir tá teir komu aftur á turt aftur. Á myndini síggja vit Ali Noshib úr Onglandi, gera seg kláran at kava niður á uml. 27 metrar, við góðari hjálp frá kavarahjálpara sínum Debes Sivertsen.










