Í dag er stórur dagur í føroyskari familju í Skive í Danmark. Nicolina Jacobsen – eisini kend sum Nicolina av Kamarinum – fyllir 80 ár í dag, ólavsøkuaftan.
Nicolina er kend sum songkvinna í bólkinum »Tey av Kamarinum«, og hon hevur skrivað klassikarar sum »Mær leingist« og »Tá kvøldið kemur«. Í heyst fluttu hon og maðurin Bjørgheðin av Langasandi til Skive at búgva. Orsøkin var einføld. Tey vildu verða tættari upp á børnini og teirra eftirkomarar.
– Vit høvdu tað sera gott á Langasandi, og tað var ikki lætt at fara haðani, men tá ið vit tóku avgerðina um at flyta til Danmarkar, gekk tað skjótt. Vit hava ikki angrað avgerðina og hava tað sera gott her í Danmark, hóast vit sjálvandi sakna føroysku náttúruna og vinir og familju heima, sigur Nicolina av Kamarinum.
– Nú búgva vit hálvan tíma frá báðum okkara døtrum, barnabørnunum og teirra børnum, so vit eru komin nógv nærri okkara nærmastu familju, og tað eru vit sera fegin um, sigur hon.
80 ára dagurin í dag verður hildin á einari krógv saman við familjuni. Sonurin, sum býr í USA, er komin til Danmarkar at halda dagin, so øll tann nærmasta familjan er savnað hátíðardagin.
– Eg blívi eitt ár eldri í dag, men tað kennist ikki sum nøkur stór broyting. Eg havi tað gott. Hetta er bara ein staðfesting av, at eg eri blivin eitt ár eldri, og at eg nú eri 80 ár, sigur Nicolina Jacobsen.
Miðlahúsið ynskir Nicolinu av Kamarinum hjartaliga til lukku við teimum 80 árunum.