Eitt hitt mest vandamikla kontravápnið hjá VÍF er uttan iva Nicolina Eyðbjørnsdóttir, og sjálv vónar hon, at hon fær brúk fyri hesum evnum móti Hellas.
- Tað vil eg so í øllum førum vóna. Tað er sjálvandi ikki víst, men fáa vit verjuna at rigga, so kann hetta geva nakrar møguleikar, og sum sagt, so vóni eg, at hesir verða til staðar, sigur hon, og so leggur Ioana afturat:
- Tað er kanska serliga í fyrra dystinum, at vit kunnu satsa upp á hetta. Tá kann Nicolina bara fara avstað, so skjótt sum hinar skjóta. Hetta kann verða okkara møguleiki, áðrenn tær hava lært okkum ov væl at kenna.









