Nicoleta var munurin

Hesaferð fekk rumenska snarljósið 17 mál, tá Tjaldur varð sent heim við ongum

Hondbóltur

Sunnudagin vitjaði Tjaldur í høllini á Giljanesi, og her staðfesti Søljan enn einaferð, at tær veruliga stíla høgt í ár.
Ikki minst hevur tað higartil ligið sera væl fyri hjá kviku Nicoletu R. Hansen, og aftur hesa ferð var hon leikarin, sum gjørdi størsta hálið.
Kviki rumenin skeyt ikki færri enn 17 mál í dystinum, og tað vil siga, at hon fyri triðju ferð í ár setti seg á listan yvir leikarar, sum hava skotið 15 mál ella fleiri í sama dysti. Í útidystinum móti Tjaldri skeyt hon somuleiðis 17 mál, og móti Kyndli á útivølli varð talan um ikki færri enn 18 mál.
Og sum vera man, so var talan um lítlan og ongan spenning í dystinum. Sær sjálvum so líkt, so legði Søljan stóran dent á verjupartin, fyri síðani at senda kvik mótálop avstað, og hesum hevði Tjaldur einki vápn ímóti.
Sum dysturin leið, so var spurningurin bert, hvussu nógv mál skuldu vera á muni, og hvussu nógv av hesum Nicoleta skuldi standa fyri. Svarið gjørdist í báðum førum 17.

Fakta um dystin
Søljan-Tjaldur 35-18 (18-9)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 17(1), Heidi Maria Akselsen 8, Lina Andriulyte 6(3), Hertha Jónsdóttir Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 1, Kristianna Petersen 1
Tjaldur: Vesna Tomajek 7(2), Heidi Heinesen 3, Anna Hansen 3, Mona Langgaard 2, Anni Højgaard 1, Kirstin Jacobsen 1, Kristine Ellingsgaard 1
Brotskøst: Søljan 5, Tjaldur 5
Útvísingar: Søljan 2, Tjaldur 3
Dómarar: Birgir Sondum & Gunnar Gregoriussen.