Eftir eitt tap á fýra mál hevði Kyndil framvegis eina lítla vón um, at liðið kundi røkka finaluni í Sunset-kappingini, og tá ið seinna hálvfinalan ímóti Neistanum í gjárkvøldið var hálvspæld, var vónin framvegis til staðar.
Neistin og Kyndil gjørdu ikki nógv um seg í fyrra hálvleiki, tí støðan í hálvleikunum var 6-6.
Í seinna hálvleiki kom Neistin rættiliga fyri seg, og so kundi Kyndil ikki standa ímóti tí bláa havnaliðnum.
Serliga Nicoleta Radu Hansen gekk undan hjá Neistakvinnum, og hon skoraði 11 av sínum 13 málinum í seinna hálvleiki. Stórskjúttin hjá Neistanum gjørdi meira enn helmingin av málunum hjá liðnum.
Góð byrjan
Kyndil byrjaði dystin væl og legði seg fram um 5-3. Næstu løtuna fekk liðið tvey brotskøst, men misnýtti bæði. Fyrst var tað Randi Wardum og síðani Jórun Ludvig, sum ikki fingu bóltin í málið.
Eftir hetta fótaði Neistin sær, vann seg upp á javnleik, og so var eingin vegur aftur. Eftir 10 minuttir av seinna hálvleiki var Neistin komin upp á 12-8, og munurin vaks restina av dystinum.
Neistin er tí til reiðar til finaluna í Sunset-kappingini, sum verður ímóti Stjørnuni, ið vann á VB í sínari hálvfinalu.
Fakta um dystin
Seinna hálvfinala í Sunset-kappingini
Kyndil-Neistin 18-25 (6-6)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 6, Anja Heinadóttir 5, Lina Adrilyde, Jórun Ludvig 2, Súsanna Petersen 1
Neistin: Nicoletta Radu Hansen 13, Ása á Neystabø 7, Katrin á Neystabø 2, Mildrið Jacobsen 1, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: Kyndil 5, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 2
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl
Neistin vann samanlagt 49-38









