Tey vóru fleiri kring felagsliðið úr Sundalagnum, sum ilskaðust inn dómaran, sum dømdi dystin millum B36 og EB/Streym í Gundadali sunnudagin. Hósdagin koma somu fólk heilt víst at halda eitt vaki eyga við dømingini, tá 41 ára gamla Nicole Petignat skal stýra dystinum millum teirra felag og Manchester City.
Kvinnan úr sveits skrivaði søgu, tá hon í 2003, sum fyrsta kvinnan nakrantíð, dømdi finaluna í heimsmeistarakappingini í fótbólti hjá kvinnum.
– Hvør dystur er serstakur, men finalan í 2003 og UEFA Cup dystir eru nakað serligt, ikki minst tí so nógv ljós verður varpað á hesar dystir, sigur Nicole Petignat við sveitsiska blaðið Swiss Info.
Í júst farna EM-endaspæli, var Petignat ikki á vøllinum. Men hevði tó ein virknan lut á síðulinjuni, har hon sum UEFA-umboð hjálpti sjónvarpsrásum, tá endurtøkur skuldu vísast á skíggjanum.
Swiss Info hevur eisini spurt dómaran, hvørja ávirkan tað hevur, at hon er kvinna.
– Frá fyrsta degi havi eg sett eina æru í, at verða mett sum dómari og ikki sum kvinnuligur dómari. Á vøllinum havi eg eisini altíð hildið fjarstøðu til leikararnar, tí tað er munur á frú Petignat á vøllinum og so Nicole uttanfyri vøllin. Og tað er fullkomiliga óhugsandi, at eg vildi brúkt mína kvinnuligu síðu fyri at stuðla undir eina avgerð, eg taki á vøllinum, staðfestir Nicole Petignat fyri Swiss Info.
Hóskvøldið kl. 19.00 bríklsar hon størsta dystin, nakað føroyskt felag nakrantíð hevur spælt, í gongd. Og Nicole Petignat gleðir seg.
– Mær dámar væl dagarnar, tá dystir eru. Eg vakni og merki spenningin spakuliga vaksa. Men tað er ein góð kensla, sigur Nicole Petignat.
Myndatekstur:
– Frá fyrsta degi havi eg sett eina æru í, at verða mett sum dómari og ikki sum kvinnuligur dómari, sigur Nicole Petignat
Mynd: Polfoto