Nicole Kidman skal giftast

Í seinastu viku bóru vit tíðindini um at avstralska poppdrotningin Kylie Minogue skal giftast, nú skrivar The Sun, at enn ein avstralsk superstjørna, sjónleikarkvinnan Nicole Kidman skal giftast.

Í eina tíð hevur tað verið at hoyrt at Kidman og sjeikurin Keith Urban skulu giftast í eini katólskari kirkju í Sidney 11. mars. Men hennara fjølmiðlastarvsfólk hava noktað hetta. Men á Society Of Cinematographers Awards hesa vikuna, var Nicole Kidman ílatin ein ring við einum stórum gimsteini.