Nicolas Sarkozy leggur seg uppat Front National

Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseti í Fraklandi, ætlar sær at endurvinna embætið, ið hann tapti í 2012 til núverandi forsetan Francois Hollande.

 

Ein stórur partur av hansara valskrá líkist ógvuliga nógv skránni hjá høgra flokkinum hjá Marine Le Pen, Front National.

 

Sloganið hjá honum til komandi val er Frakland fyri fraklendingar. Millum annað vil hann eisini hava eitt fullkomið bann á muslimska burkini klædninginum, ið ikki skal síggjast á fronsku strondunum ella svimjihallum.

 

Eisini vil hann hava, at allir minnilutar og innflytarar skulu tosa franskt, ella skulu tey ikki verða í Fraklandi.

 

- Eg verði forsetin, ið endurstovan autoritetin hjá statinum, segði Sarkozy í eini røðu, ið hann helt herfyri. Hann legði eisini afturat, at øll, ið vórðu fylt 18 ár og ikki vórðu farin undir annahvørt fulltíðar lestur ella arbeiði, skuldu innlimast í franska herin undir nýggja hernaðarskyldu.

 

Mótstøðufólk vilja verða við, at Nicolas Sarkozy byrjar at líkast Front National og at hann einast tænir tí endamáli at ræða fólk, men hesum vísir han aftur. Sarkozy vil verða við, at franksa fólkið kennir seg fremmant í egnum landi og at Frakland skal aftur til fronsk virðir.

 

Nikolas Sarkozy var franskur forseti frá 2007-2012, tá hann tapti ímóti sosialistiska Francois Hollande.
Hann var valdur leiðari í franska flokkinum UMP í 2014 og hevur kunngjørt, at hann stillar upp sum forsetavalevni floksins til valið í 2017.