Niclas vann á Benjamin

OYL 15: Niclas Eysturoy hevur spælt seg í finaluna í einmansleiki í badminton

Kappingin í einmansleiki hjá monnum í badminton er í dag byrjað. Teir føroysku leikararnir í einmansleiki í badminton vóru Aksel Poulsen, Bartal Poulsen, Niclas H. Eysturoy og Benjamin Gunnarstein.

 

Sum heild hevur gingist væl hjá okkara luttakarum. Bartal Poulsen spældi seg fyrst víðari í morgun, men reyk út úr sekstandapartsfinaluni, tá hann møtti Albert Comes frá Menorca, sum vann 2-0 móti Bartal.

 

Aksel Poulsen vann í sekstandapartsfinaluni ímóti Karl Jakob Thomassen frá Grønlandi, men reyk út úr áttandapartsfinaluni móti Mark Constable frá Jersey, sum eisini er seedaður sum nummar eitt til kappingina í einmansleiki.

 

Hinir báðir føroyingarnir, Niclas H. Eysturoy og Benjamin Gunnarstein, komu báðir í hálvfinaluna, har teir eisini møttust innanhýsis.

Dysturin í hálvfinaluni millum teir báðar var tættur, men Niclas dró tað longra stráðið og vann 2-1. Sett úrslitini í hálvfinaluni vóru 23-21, 15-21, 20-22.

 

Í finaluni skal Niclas spæla ímóti Mark Constable frá Jersey, sum altso er seedaður sum nummar 1 til kappingina.