TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Niclas Eysturoy, sum stríddist manniliga í finaluni í einmansleiki ímóti Mark Constable frá Jersey, sum er fyrrverandi enskur meistari í badminton, og eisini vinnari av Commonwealth-leikunum.
Niclas greiðir frá, at hann gjørdi tað, sum stóð í hansara makt at stríðast ímóti yvirmaktini, og tað eydnaðist í løtum, men Mark Constable er ov sterkur og støðugur, og tá má ein boyggja seg fyri. Niclas heldur tað er fínt, at spælarar á so høgum støði eru við á oyggjaleikunum, tí tað er somikið størri, tá tað einaferð eydnast at knógva teimum.