Niclas heldur fram í Gøtu

Niclas Niclasen hevur staðið seg væl í GÍ miðverjuni, síðani hann fyrr í ár flutti úr Klaksvík og KÍ og til GÍ og Gøtu.
Nú boðar GÍ heimasíðan frá, at teir í Gøtu eru so mikið væl nøgdir við samstarvið við verjuspælaran úr Klaksvík, at teir hava boðið honum at halda fram næsta ár, og Niclas hevur tikið av. Harvið er greitt, at Niclas Niclasen eisini í 2007 verður GÍ spælari.