Niclas gjørt nýggja Rás2-ljóðið

Soleiðis heldur Niclas Johannesen, at Rás2 skal ljóða - lurta her!

Mánadagin fór útvarpsstøðin Rás2 í luftina við nýggjum konsepti. Ein partur av dagføringini var, at Rás2 hevur fingið nýtt ljóð. Nýggjar jinglur eru gjørdar til sendiflatuna, og gomlu jinglurnar, sum hava tænt fyri seg, eru lagdar til viks.

Áður hevur Rás2 fingið sínar jinglur framleiddar í bæði London og Keypmannahavn, men hesaferð varð leitað heim at framleiða nýggju jinglurnar.

Tónleikarin og framleiðarin Niclas Johannesen hevur staðið fyri framleiðsluni.

- Jinglur kunnu vera ótrúliga stuttligar og spennandi at gera. Størsta fyritreytin fyri, at tað eydnast, er at tú onkursvegna fangar og skilir, hvat móttakarin – í hesum føri Rás2  – fegin vil, at tónleikurin skal boða og innihalda, sigur Niclas Johannesen.



- Sostatt er tað týðandi at finna fram til, hvørjar tankar móttakarin hevur gjørt sær um stíl, huglag, tempo, ljóðmynd og so framvegis, áðrenn farið verður í gongd. Jú betri fatan móttakarin hevur av, hvat tað er hann ella hon vilja hava, tess lættari er tað hjá mær at arbeiða meg fram til eitt úrslit, ið báðir partar vónandi kunnu vera glaðir fyri, sigur hann.


Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eitt dømi um nýggja ljóðið hjá Rás2.