Fótbóltur
Síðani 1973 hevur hann sitið í nevnd í B68, og seinastu 25 árini hevur Niclas Davidsen verið formaður í felagnum.
Tann epokan er tó skjótt liðug á Toftum, tí á aðalfundinum hjá FSF tann 3. mars verður Niclas nýggjur maður í FSF-nevndini. FSF-reglurnar innihalda ikki beinleiðis forboð móti at sita í øðrum nevndum samstundis, men tað ber illa til at sameina ein felagsess og ein aðalnevndarsess í so máta, og sjálvur sigur Niclas eisini, at hann nú fer frá sum formaður í B68.
- Har verður aðalfundur um ein mánað ella so. Og eg havi boðað frá, at eg taki ikki við afturvali, sigur Niclas.
Einki mótvalevni
Um orsøkina til, at hann nú fer í FSF-nevndina, sigur Niclas, at hetta fyrst og fremst er ein avleiðing av, at onnur hava sýnt honum áhuga í so máta.
- Eg fekk eina áheitan um at stilla upp, og henni eftirlíkaði eg. Sjálvur vóni eg, at eg kann geva mítt ískoyti til nevndararbeiðið í FSF, og tað er við hesum í huga, at eg ætli mær til verka.
Niclas er einasta nýggja navið í uppskoti til nevndarvalið, og tá Jens Erik Magnussen ikki tekur við afturvali, so verður nýggi maðurin valdur við akklamatión.
Umframt Jens Erik Magnussen standa eisini Niklas á Liðarenda og Karl Vidtfeldt fyri vali. Teir taka báðir við afturvali.
Eingin vágamaður í nevndini
Ein avleiðing av hesum verður, at landafrøðiliga býtið í FSF-nevndini verður skeiklað nakað. Har hevur tað aloftast verið so, at sessirnir eru býttir javnt kring landið. Skuldi hetta eisini verið galdandi komandi árið, so skuldi ein vágamaður verið í uppskoti fyri Jens Erik, og Niclas viðgongur eisini, at hetta var nakað, sum hann hugsaði um.
- Eg hevði gjørt av, at varð eitt navn skotið upp fyri Vágoynna, so vildi eg ikki vera maðurin, sum stríddist ímóti einum landafrøðiligum býti. Og tí hevði eg tikið mína uppstilling aftur, um so var.
Tann spurningurin er tó hypotetiskur nú, sum ein fyrrverandi løgmaður plagdi at taka til. Einki annað uppskot til nevndarval er komið, og tí verður Niclas nýggjur maður í nevndini. Hvørjir nevndarsessirnir har verða, verður ikki greitt, fyrr enn nýggja nevndin hevur skipað seg. Undanmaður hansara, Jens Erik Magnussen, hevur seinnu árini verið í landsliðsnevndini, fíggjarnevndini og lógarnevndini, og tað er als ikki óhugsandi, at Niclas tekur sæti í júst hesum nevndum.










