Niclas Eysturoy føroyameistari

Hann tekur seg framvegis nógv fram, og skal væntandi luttaka í OL 2012 fyri danska landsliðið. Niclas Eysturoy er nú eisini føroyameistari

Pætur Albinus

 

Báðar FM-finalurnar í badminton vóru endurtøka av teimum finalunum, sum vórðu spældar í fjør. Hjá monnum møttust Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen, meðan Guri Poulsen og Brynhild D. Carlsson høvdu leikt seg í kvinnufinaluna. Í ár gjørdist ein vinnari hin sami sum í fjør.

 

Niclas Eysturoy

Flestu orðini munnu liggja í navninum á hesum manni, ið hevur talent fram um tey flestu. 19 ára gamli havnamaðurin skal eftir ætlan vera við í fyrireikingunum hjá danska badmintonlandsliðnum, sum innan leingi fer at brynja seg til OL 2012. Í fjør var hann tætt við at gerast føroyameistari, men hann tapti fyri Akseli Poulsen. Aftur í ár møttust hesir harrar, men hesaferð var tað Niclas, ið dróg longra stráðið.

Niclas byrjaði nógv betur og kom á odda heili 12-3. Hesa løtuna vísti Niclas stóran neyvleika, og Aksel fann ikki seg sjálvan. Sum settið leið spældi Aksel seg upp, men hetta var ikki nokk, og Niclas tók fyrsta settið. Í næsta setti reisti Aksel seg mannliga, og vann trygt. Hetta noyddi teir báðar út í eitt síðsta og avgerandi sett. Í hesum settinum var Aksel eitt vet omaná fyri tað mesta, og helt eina leiðslu upp á 2-3 stig. Leiðslan helt tó ikki á mál, og móti endanum av settinum beit Niclas frá sær, og vann settið 21-17.

 

Guri og aftur Guri

Stóra navnið í føroyskum kvinnubadminton er Guri Poulsen. Í fjør var tó um reppið, at unga Brynhild D. Carlsson knógvaði henni, men lámi leikarin úr HBF helt tørn. 17 ára gamla Brynhild D. Carlsson fekk í ár møguleika at hevna seg, tí í finaluni bíðaði nevniliga Guri Poulsen. Lítil ivi var um, at Guri er hin royndari leikarin, men Brynhild hevur staðið seg væl, og eisini vunnið sær pláss á landsliðnum.

Finalan byrjaði sera tøtt og spennandi, men tá ið komið var áraka helvtina, dró Guri frá og tryggjaði sær fyrsta sett. Somu byrjan fekk 2. sett, men hesaferð dró Brynhild frá í endanum og vann sær settið. Í 3. og avgerandi setti kom rutinan hjá Guri til góðar, og hon hevði ikki stórvegis trupulleikar við at vinna tað, dystin og harvið føroyameistaraheitið. Brynhild tyktist sera troytt í avgerandi settinum, og framdi alt ov nógv mistøk. Brynhild er tó framvegis ung, og vit fara uttan iva at síggja nógv til hennara í framtíðini.

 

 

Endaliga støðan í FM gjørdist:

 

Kvinnur

 

Einmansleikur:

1. Guri Poulsen, HBF

2. Brynhild Carlsson, HBF

3. Rannvá Carlsson, HBF

 

Tvímansleikur:

1. Guri Poulsen og Guðrun Lamhauge, HBF

2. Brynhild Carlsson og Rannvá Carlsson, HBF

 

 

Menn

 

Einmansleikur:

1. Niclas Eysuroy, HBF

2. Aksel Poulsen, HBF

3. Rógvi Poulsen, HBF

 

Tvímansleikur:

1. Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge, HBF

2. Gunnar Poulsen og Fríði Lamhauge, HBF

 

 

Blandaður tvímansleikur

 

1. Guri Poulsen og Niclas Eysturoy, HBF

2. Rannvá Carlsson og Tobias Effersøe, HBF

 

 

Ársins kvinnuligileikari

Guri Poulsen, HBF

 

 

Ársins mannligileikari

Aksel Poulsen, HBF

 

Ársins stjørnuskot

Rannvá D. Carlsson, HBF