Nic.fo aftur virkin aftur eftir álop

Nú góðar fýra vikur eftir at teldusnýkar lupu á skipanina, sum umsitur øll føroyska navnaøki á internetinum, er skipanin tøk aftur

Heimasíðan hjá .fo umsitingini, nic.fo, er nú aftur virkin á netinum. Skipanin, ið umsitur føroyska navnaøkið, hevur verið sløkt, síðan hon var fyri álopi av teldusníkum.

 

Tað var tann 25. oktober, at løgreglan boðaði alment frá, at teldusníkar høvdu framt álop á heimasíðuna nic.fo, varðar av øllum .fo-økisnøvnunum.

 

– Skaðin, sum kann standast av einum telduálopi á nic.fo, kann verða ovurhondsstórur fyri alt tað føroyska samfelagið. Av hesi grund verður nic.fo mett sum ein samfelagskritisk skipan, og politiið í Føroyum valdi tí at seta í verk eina kanning av álopinum, segði løgreglan í fráboðanini.

 

Í morgun sigur nic.fo, at nú heimasíðan aftur er tøk, er tað í heilt nýggjari skipan og tryggum kørmum.

 

– Arbeiðið við at umleggja bleiv drúgvari enn ætlað. Hetta tí nýggja og gamla skipanin byggja á heilt ymiskar dátugrunnar. Eingi óráð vórðu tikin, og tí er øll avgreiðsla av broytingum í navnaøkinum avgreidd manuelt seinastu tíðina – umvegis teldupost og telefon, sigur nic.fo í fráboðan í morgun.