Tað ber framvegis til at rokna seg fram til møguleikan, at AB skal varðveita plássið í bestu deildini. Men eingin ? heldur ikki tey á Argjum ? rokna nú við, at fyrsti steðgurin hjá AB í bestu deildini verður longri enn hetta eina árið.
Hóast úrtøkan ikki hevur verið nóg dygg til at halda fram í Formuladeildini, so hava tað verið góðar fótbóltsløtur uttanfyri brúnna. Eitt nú í 8. umfari 6. mai, tá ið HB vitjaði, og úrslitið gjørdist 2-2.
Ta ferðina varð sagt, at teir á heimaliðnum vóru nógv meiri uppsettir, enn teir á meistaraliðnum vóru tað. Spurningurin er nú, hvussu tað verður við motivatiónini. AB hevur mist vónina um at sleppa undan niðurflytingini, og HB hevur eftir tvey tap á rað mist møguleikan at endurvinna FM heitið.
AB eigur at hava æruna at berjast fyri og tað, at tað altíð er hugaligt at arga tann stóra, og í HB eiga teir at hava bronsumerkini at stríðast fyri.
Í HB eru allir tøkir uttan Jákup á Borg, sum orsaka av skaða í lærkrikanum hevur sagt 2007 fótbóltsárinum farvæl.
Á Argjum eru allir tøkir uttan Fróði Clementsen, sum er skaddur.