Niðurstøður gjørdar á landsfundi Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins fegnast um, at Sambandsflokkurin aftur er í samgongu, og at politikkur floksins hevur sett týðiligan dám á samgonguskjalið

Landsfundurin fegnast somuleiðis um, at fullveldispolitikkurin frá undanfarnum valskeiðum er lagdur til viks, og at Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er nýggja grundarlagið undir landsins politikki á tí ríkisrættarliga økinum.

Landsfundurin ásannar, at við verandi búskaparútlitum er neyðugt at seta tiltøk í verk, sum kunnu skapa búskaparvøkstur her á landi. Karmarnir skulu tillagast soleiðis, at tað verður áhugavert og innbjóðandi at stovna og reka egið virki. Gransking og menning skulu hava góðar karmar at virka undir, og tað skal loysa seg at arbeiða.

Ásannað verður, at tað var eitt politiskt mistak, at fullveldissamgongan minkaði heildarveitingina úr ríkiskassanum við 366 mió. krónum árliga, og at heildarveitingin seinni var fryst føst. Hesar avgerðir hava, tá inniverandi ár er íroknað, kostað landskassanum tilsamans 1,2 milliardir krónur.

Landsfundur Sambandsflokkurin átalar, at sami flokkur, sum í seks ár slóðaði fyri hesi vandakós, nú tá rokningin byrjar at vísa seg, roynir at kasta alla ábyrgd yvir á tey, sum skulu rudda upp.

Tað sum nú hendir á tí fíggjarliga økinum, er júst tað, sum Sambandsflokkurin hevur ávarað um í nógv ár. Fullveldi og yvirtøkur fara altíð at kosta, og rokningin kann bara enda hjá skattgjaldaranum.

Sambandsflokkurin hevur fyrr, við góðum úrslitum, tikið við landsins leiðslu í bæði ringum og versnandi tíðum, og tað hevur hann aftur gjørt hesaferð. Flokkurin fer at virka fyri, at vælferðin verður ment, at vinnulívið verður styrkt og at Føroya fólk fær fjøltáttaðar møguleikar í altjóða høpi. Marknaðarkreftirnar skulu fáast at virka betur her á landi, eins og einkarættir eiga at verða avtiknir.