Kanningar hjá Landsverki staðfesta, at sum heild er Glyvursnes best egnaða staðið til flogvøll, tá ið hugsað verður um bæði lendisviðurskiftini, sýnið, turbulens og reglusemi Landsverk hevur seinnu árini arbeitt við eini heildarætlan fyri flogferðsluna har møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast. Í hesum sambandi var fyrsta stigið at kanna, hvar tað staðifrøðiliga ber til at gera ein flogvøll.
Niðurstøðan frá tí kanningini var, at Søltuvík og Glyvursnes eru einastu hóskandi pláss til flogvøll, meðan Skorðhæddin er óegnað, tí tað ikki ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti.
Sama er galdandi fyri onnur uppskot, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum. Í Svínoy, á Borðuni í Nólsoy og í Klovanum í Vágum.
Kanningarnar vístu, at hesi uppskotini ikki eru realistiskir møguleikar, tí lendið rundan um inn- og útflúgvingarøkini er ov høgt.
Næsta stigið hevur verið at kanna tey verðurfrøðiligu viðurskiftini á teimum plássum, har staðfrøðiligu viðurskiftini eru í lagi. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og ein fyribils niðurstøða er gjørd. Í frágreiðingini verður víst á, at verður nýggjur flogvøllur gjørdur í Søltuvík, kann reglusemið í flogferðsluni betrast eini 9,40 prosent, samanborið við Vága Floghavn.
Tá er turbulensurin ikki tikin við.
Í Søltuvík er turbulensur á útsynningi og tað fer at ávirka reglusemið og trygdina skeiva vegin.
Á Glyvursnesi kann reglusemið betrast eini fýra prosent samanborið við Vága Floghavn. Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærhendis hesum vøllinum. Verða turbulensviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið í Glyvursnesi sambært frágreiðingini helst betri enn tey fýra prosentini.
- Tað serliga við Glyvursnesi aftur ímóti hinum møguleikum er, at her ber til at fáa vøll heilt upp í 2.700 metrar ella meir, og tí er hendan loysnin best framtíðartryggjað. Harafturat er onki, ið bendir á trupulleikar við turbulensi, sum er ein av trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík.
Landsverk hevur eisini leyðsliga mett, at ein vøllur upp á 1799 metrar á Glyvursnesi, fer at kosta 980 milliónir. Hetta er sama longd, sum vøllurin í Vágum hevur, eftir at hann er longdur. Ein vøllur upp á 2700 metrar á Glyvursnesi fer at kosta 1,7 milliard.