Niðurlond vunnu á fyrrverandi neistavenjara

Fyrrverandi neistavenjari er til HM við Angola

Nógv vóru spent, tá ið Neistin fann sær forkunnugan venjara fyri nøkrum árum síðani.'

Frá 2016 til á heysti 2017 var brasilski Danilo Gagliardi høvuðsvenjarin hjá neistakvinnum, sum fingu silvur í bæði lands- og steypakappingini.

Venjarin hevði áðrenn havt ein leiklut í brasilska hondbóltssambandinum, og hevði ein ávísan leiklut tá ið Brasil vann HM í 2013.

Eftir tíðina í Neistanum vendi hann nøsina ímóti heitari londum, og hevur verið hjálparvenjari hjá angolska kvinnulandsliðnum, sum er til HM í Japan í hesum døgum.

Angola spældi í dag næsta dystin við HM í Japan, og aftur í dag gjørdist tað til ósigur.

Tapini kunnu kortini sigast at hava verið nakað heiðurlig, tí Angola hevur spælt ímóti sterkum tjóðum í hondbóltshøpi.

Fyrst tapti Angola 32-25 ímóti Serbia og so 35-28 ímóti Niðurlondum í dag. Danilo og Angola skulu í morgin royna seg ímóti Slovenia, og síðani Norra hósdagin.

##med2##