Niðurlond banna burka

Stjórnin í Niðurlondum setir nú ferð á ætlanirnar at banna muslimskum kvinnum at ganga í burka ella øðrum plaggi, sum fjalir andlitið, tá tær eru í tí almenna rúminum. Gongst eftir ætlan, kemur bannið í gildi næsta ár.

Niðurlendska innanríkisráðið sigur í einari fráboðan, at fólk skulu hava møguleika at síggja andlitið á hvør øðrum, tá tey møtast í tí almenna rúminum. Bannið fer ikki bara um umfata pløgg, sum muslimar brúka, tí fólk sleppa heldur ikki at hava eitt nú motorsúkluhjálm á høvdinum, tá tað ikki er neyðugt. Tí leggur stjórnin dent á, at bannið hevur einki við átrúnaðarlig pløgg at gera.

Ætlanin hjá stjórnini er í roynd og veru eitt uppskot hjá tí umstrídda Frælsisflokkinum hjá Geert Wilders, og hann hevur longu sagt seg fegnast um avgerðina hjá stjórnini.

Umleið 17 milliónir fólk búgva í Niðurlondum, og av teimum eru umleið ein millión muslimar.