Niðurlendskir hermenn skutu sínar egnu

Í Afghanistan hava niðurlendskir hermenn skotið tveir av sínum landsmonnum og tveir afghanskar stjórnarhermenn Vanlukkan hendi gjáranáttina, og tað var niðurlendska herleiðslan, sum bar tíðindini í gjárkvøldið.

Teir báðir niðurlendsku hermenninir, sum fullu fyri kúlum frá sínum landsmonnum, vóru 20 og 22 ára gamlir, skrivar blaðið De Telegraaf. Tað er ikki greitt, hvussu gamlir teir báðir afghonsku stjórnarhermenninir vóru. Ein niðurlendskur hermaður varð særdur.

Niðurlendska herleiðslan sigur, at hon fer at kanna, hvat hendi, men ein generalurin Dick Berljin segði í gjárkvøldið, at myrkur og vánaligt veður vóru viðvirkandi til vanlukkuna.

Generalurin segði, at tann særdi niðurlendski hermaðurin er ikki í lívsvanda, men at hann missir bæði beinini.