Niðurlendskir bankar mist kreditvirði

Altjóða metingarfyritøkan Standard & Poor's lækkaði í gjár kreditmetingina hjá nøkrum niðurlendskum bankum, eitt nú ABN AMRO og Rabobank. S&P sigur, at avgerðin er ein avleiðing av veksandi búskapartrupulleikum í Niðurlondum og í evruøkinum sum heild.

Herumframt hevur Standard & Poor's lækkað kreditmetingina hjá bankunum F. van Lanschot Bankiers og SNS REAAL. Samstundis hava nakrir bankar fingið at vita, at útlitini hjá teimum eru ikki so góð, sum tey hava verið, men teir varðveita kortini sama kreditvirðið.