Niðurlendska farmaskipið mist stóran bát í havið

- Hetta er ein nýggjur arbeiðsbátur fyri umleið 66 norskar miljónir krónur, skrivar NRK.

 

Tað var fyrrapartin í gjár, at niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika við einari manning á 12 sendi út neyðarkall, tí lastin hevði forskotið seg, og skipið hevði fingið eina slagsíðu á umleið 30 stig. Skipið var tá statt á leiðini einar 60 fjórðingar vestur úr Ålesund í Noregi - í nógvum vindi og stórari aldu.

Í fyrstu syfti tók ein bjargingartyrla átta av manningini av skipinum, meðan skipari og saman við trimum av manningini vóru eftir umborð í royndini at stabilisera skipið. Men, sum gjárdagurin leið, og kvøldið nærkaðist, tók tyrlan eisini teir seinastu fýra av skipinum, tí vandi var fyri, at skipið fór at koppa.

Skipið sigldi tá mannleyst við lítlari ferð og sjálvstýrara upp ímóti aldunum. Men, sum skilst, er motorurin seinni steðgaður, og síðan tá hevur skipið rikið fyri vág og vind. Skipið hevur framvegis stóra slagsíðu og rekur sambært norska kringvarpinum - NRK - inn móti landi.

Sum dekslast, hevur Eemslift Hendrika fleiri bátar, harav ein hin størsti, sum er grøni báturin í ringinum á myndini oman fyri, seinni er farin í havið og flýtur nú nakrar fjórðingar burtur frá farmaskipinum.

NRK veit at siga, at hetta er ein stórur og nýggjur arbeiðsbátur fyri umleið 66 norskar miljónir krónur, sum felagið AQS í Noregi eigur, og sum ætlandi skuldi brúkast til ymiskar tænastur í norsku alivinnuni.

Sum skilst á norskum miðlum í dag, eru tey farin at stúra fyri einari hóttandi oljudálking. Skipið hevur sambært miðlunum 350 tons av tungolju og umleið 50 tons av dieselolju umborð. Haraftrat eru eisini nøkur tons av smyrjolju. 

NRK veit at siga, at vaktarskipið Sortland er á leiðini, har skipið nú liggur, og eitt flogfar er eisini á leiðini og kannar umstøðurnar. Í løtuni er ikki greitt, hvussu hetta fer at tørna út, men sum skilst eru vónir um, at veðrið í økinum fer at batna.