Niðurgera nólsoyingar

Jan Hansen, Nólsoy
----------
Tað skal verða púra greitt, at nólsoyingar hava altíð fingið strandfaraskip, sum eru ov gomul hjá øðrum at brúka, men sum opinbært er gott nokk til nólsoyingar. Tað einasta, nólsoyingar bóðu um, var eitt nýtt skip smíðað til nólsoy, og tað burdi verið ein sjálvfylgja, at tað bleiv gjørt, men nei, so var ikki, SSL sum eisini er alment, saman við myndugleikinum, funnu upp á ráð fyri at fuppa nólsoyingar so sum teir vanliga eru vanir við, jú SSL manglaði eitt eykaskip til Sandoynna, so politikarnir í Sandoy við meira ongantíð noyðast at reisa seg úr bilsetrinum á veg til havnar, tí er núverandi Ternan sett í stand, als ikki til nólsoyingar, men eykaskip hjá SSL, men sjálvandi sær tað jú gott út á pappírinum, at hon siglur til Nólsoy.
Vit hava áður síðani at Ternan byrjaði at sigla til Nólsoy upplivað, at nólsoyingar máttu inn til Havnar við seglskipi, og uppaftur aðruferð við einum gummibáti. Tí spyrji eg bara, hvar var Teistin tá, tí nú var Teistin tikin úr sigling, ja so mistu vit nólsoyingar Ternuna beinavegin.
Hvat er galið við at sandoyingar ikki kunnu ferðast við minni bátum, eins øll onnur mugu, tá teirra farleið er tikin úr sigling.
Føroya land er at skammast yvir, tá tað snýr seg at líkastilla allar borgarar, bert nøkur fá útvald skulu hava og fáa alt.
Landið hevur gjørnum tíðirnar lagt skammandi lítið eftir sær fyri nólsoyingar, heldur hinuvegin lagt bein fyri Nólsoy frá fyrsta degi.
Hví kunnu vit ikki fáa nýtt skip???
Tá politikar býta út sína millum, tunnlar, rannsóknarskip, saltsilo, fimleikahøll, flogvøll og so kann man blíva við at nevna fjant og roks fyri okkara skattakrónur, sjálvt um undirskotið ikki er at forsvara.
Tað nærkast vali sum tað sær út í løtuni, tí havi eg tveir spurningar til politikararnar.
1. Hvussu ætla teir at býta okkara skattakrónur út sínamillum, um teir varða valdir?
2. Hvussu halda teir at nakar nólsoyingur kann trúgva einum einasta orði teir sjálvir siga?
Og lat okkum nú hava Ternuna í frið, til nýtt skip kemur.