- Nú verður sera torført. Eg kann viðurkenna, at vit ikki hava stórvegis møguleika at varðveita sætið í deildini.
Tað sigur Jacklin Durhuus úr Kyndli. Hon staðfestir, at hóast úrslitini hava verið vánalig, hevur spælið ofta riggað væl.
Men hví er so stórur munur á Kyndli og hinum liðunum?
- Vit hava havt stórar trupulleikar við at fingið mál. Vit hava prógvað, at vit kunnu spæla við. Men vit hava vant við fullari megi alt kappingarárið, og tí var hesin lagnudysturin eitt ordans skot fyri bógvin.
Hvat kunnu tit gera nú?
- Vit hava framvegis ikki tosað saman um støðuna, sum vit eru í. Tað verður helst til venjing í annaðkvøld. Men eg veit ikki reiðuliga, hvat kann gerast – uttan at stríðast, sjávandi, sigur Jacklin Durhuus, sum varð toppskjútti hjá Kyndli í gjár við fýra málum.