Niðurflytingarstríð fyri allar pengarnar í Premier League

Premier League: Aston Villa festi í kvøld av álvara eld í niðurflytingarstríðið undan seinasta umfari

Tveir dystir hava verið í Premier League í kvøld. Manchester City vann greiðan 4-0 sigur á Watford, meðan Aston Villa heldur óvæntað vann 1-0 á Arsenal.

Úrslitini hava við sær, at Aston Villa fyri fyrstu ferð í 144 dagar er røttu megin strikuna, meðan Watford nú er undir niðurflytingarstrikuni. Tey eru ájøvn í stigum og bara eitt mál skilur liðini í málúrtøkuni. Undir teimum er AFC Bournemouth, ið hevur sama málmun sum Watford.

Tað merkir, at tað verður dramatikkur fyri allar pengarnar í niðurflytingarstríðnum, tá 38. og seinasta umfar verður sunnudagin. Aston Villa spælir á útivølli móti West Ham, Watford er á útivølli móti Arsenal og AFC Bournemouth er á útivølli móti Everton.

Fyri Aston Villa er lykilin at fáa eitt minst líka gott úrslit sum Watford, uttan at AFC Bournemouth yvirhálar. Tað vil siga, at um AFC Bournemouth vinnur við fleiri málum, so skal Aston Villa í minst lagi fáa stig. Fyri Watford snýr tað seg um at fáa eitt betri úrslit enn Aston Villa, og samstundis halda AFC Bournemouth aftanfyri seg.

Torførastu treytirnar hevur AFC Bournemouth, ið skal vinna sín dyst móti Everton og samstundis vóna at bæði Aston Villa og Watford tapa sínar dystir. Norwich er longu flutt niður, meðan Leeds United verður ein av uppflytarunum.

1Liverpool36303377:2993
2Man City37253997:3578
3Chelsea361961164:4963
4Leicester371881167:3962
5Man United361711863:3562
6Wolves371514851:3859
7Tottenham3716101160:4658
8Sheffield United3714121138:3654
9Burnley371591342:4854
10Arsenal3713141053:4653
11Everton3713101443:5349
12Southampton371471648:5949
13Newcastle3711111537:5544
14Crystal Palace371191730:4942
15Brighton378141537:5338
16West Ham361071947:6037
17Aston Villa37972140:6634
18Watford378101934:6134
19Bournemouth37872237:6431
20Norwich37562626:7021