Hinir stóru flokkarnir kappast nú um at leggja eftir Tjóðveldisflokkinum. »Rumbulsflokkur«. »Konfrontasjón«. Rópa teir.
Um tað er rumbul at standa við síni orð og sín rætt.
Um tað er rumbul, at halda avtalur.
Um tað er rumbul, at vera støðufastur og tala greitt.
Um tað er rumbul at hava stýrt búskapinum, so Føroyar í dag eru eitt betri og tryggari samfelag, enn nakrantíð áður.
Um tað er rumbul at fremja tað, sum aðrir flokkar hava lovað føroyingum.
Ja, so er Tjóðveldisflokkurin ein rumbulsflokkur. So er rumbul eitt orð fyri broyting og frælsi, meðan hinir flokkarnir renna undan sínum lyftum.
Alt er gjørt
sum avtalað
Fyri fýra árum síðani stóðu aðrir flokkar annars framman fyri Føroya fólki og lovaðu sjálvstýri og uppgerð við Danmark. Javnaðarflokkurin skuldi enntá draga danska forsætisráðharran fyri ein mannarættindardómstol. Og teir lovaðu eina íslendska loysn ? har Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land.
Tjóðveldisflokkurin tók teir uppá orðið. Vit hava ígjøgnum 4 ár fyrireikað og gjørt alt klárt til at fremja ta loysn, sum javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin søgdu seg vilja fremja fyri 4 árum síðani.
Alt er greinað út í æsir ? sáttmálin er klárur at skriva undir. Vit hava ført ein búskaparpolitikk, har vit bert hava brúkt ein triðing av blokkstuðlinum, men hava kortini raðfest fleiri pengar enn nakrantíð fyrr, til tey sum treingja mest. Júst sum vit lovaðu fyri 4 árum síðani.
Men danska stjórnin noktar at hava nakra virðiliga samráðing. Hon noktar at halda avtalur og at viðurkenna øll tey rættindi, sum hava verið fyrigyklað Føroya fólki í heimastýrinum.
Kappbakka
Og hvat hendir? Nú bakka teir flokkar, ið hava rópt harðast. Nú er tað knaplliga Tjóðveldisflokkurin, sum er trupulleikin, tí hann heldur fast við okkara tjóðarrættindir og okkara sjálvsvirðing. Tí hann heldur fast við tað, sum avtalað er. Tí hann heldur fast um, at tað einasta virðiliga millum Føroyar og Danmark er javnbjóðis samstarv millum sjálvstøðu lond.
Hinir flokkarnir kappbakka. Men Tjóðveldisflokkurin sleppur ikki endanum. Hann heldur á, hóast avtalur verða brotnar. Eisini tí hann veit, at um ikki hildið verður fast, so rena aðrir flokkar skjótt landið á heysin aftur og so enda vit afturi í amtstíðini eftir eini løtu.
Tí er Tjóðveldisflokkurin trygdin fyri, at vit vinna á mál við støðufesti og greiðari talu. So kunnu fólk kalla tað rumbul, um tey vilja.