Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, harmast, at niðari vøllur skal nýtast til tjøld alla rørsluvikuna, tí hetta merkir, at Tórsvøllur verður nýttur til venjing allan dagin. 18 dagar fyri landsdyst Allar venjingar, sum hava verið á niðara vølli í Gundadali eru nú á Tórsvølli, tí Fish Expo 09 nýtir allan niðara vøll til tjøld.
Hetta merkir, at Tórsvøllur verður nýttur næstan hvønn dag, frá klokkan 15.15 til klokkan 21.30 og um 18 dagar tekur Føroyar ímóti Serbia á Tórsvølli. Hetta verður fyrsti dystur, at Brian Kerr stendur á odda fyri landsliðnum.
Fótbólssambandið staðfestir, at tað er vandi fyri, at Tórsvøllur, sum hevur verið í góðum standi í vár, verður eitt runudíki, tí allar venjingar, sum hava verið á niðara vølli í Gundadali, í løtuni eru á Tórsvølli.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at hetta er nakað, sum er avtalað millum feløgini og kommununa, og at stevnan hevur so nógv at siga, at hon má vera har.
Hetta skilur Ísak Mikladal ikki.
- Vit hava ongi boð fingið, og eg skilji ikki, hví mann skal taka ein heilan fótbóltsvøll frá fólkinum í sjálvari rørsluvikuni. Tá hevði verið nógv betri at tikið Skálatrøð, tá tað ikki er meiningin, at nakar skal koyra allíkavæl, sigur Ísak Mikladal.
Hann leggur afturat, at FSF hevur verið sera fegið um støðuna á Tórsvølli í ár, tí veðrið hevur verið so gott, og hann metir, at tað kann gera stóran skaða á Tórsvøll, sum teir altíð vilja hava at líkjast graslíki, tá landsliðið spælir.
Somuleiðis staðfestir hann, at allar venjingar hjá U-21 landsliðnum verða gjørdar í Vágum í løtuni, tí onki pláss er at fáa í Gundadali.
Men bæði formaður og aðalskrivari staðfesta, at FSF ikki fær gjørt nakað, tí Tórshavnar kommuna eigur vøllin.