Ngo: Russiskir hermenn hava avrættað sivil fólk í Ukraina

Human Rights Watch hevur gjøgnum samrøður dokumenterað brotsverk ímóti vanligum fólki í Ukraina.

 

Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Russiski herurin hevur í fleiri førum framt krígsbrotsgerðir ímóti vanligum fólkum í hersettu økjunum í Ukraina.

Talan er bæði er bæði um neyðtøkur, avrættingar og hóttanir ímóti vanligum fólki í økjunum Tjernihiv og Kharkiv eins og í høvuðsstaðarøkinum Kyiv.

Tað upplýsir mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch (HRW) í tíðindaskrivi í dag.

Mannarættindafelagsskapurin hevur tilsamans samrøðu við tíggju fólk um hendingarnnar. Tað snýr sdeg um bæði offur, vitni og íbúgvar í økjunum, sum russar hava hersett.

– Hesar hendingar, sum vit hava dokumenterað, eru dømi um ósigandi, tilætlaðan ræðuleika og harðskap ímóti ukrainska fólkinum, sigur Hugh Williamson. Hann er leiðari í deildini hjá Human Right Watch í Evropa og Miðasia.

– Neyðtøka, morð og annar harðskapur ímóti menniskjum, sum hava verið undir ræði hjá russiskum hermonnum, skal kannast sum krígsbrotsgerðir, sigur hann í tíðindaskrivinum.

Samrøðurnar eru gjørdar í tíðarskeiðnum 27. februar til 14. mars í ár.

Russiskar deildir fóru inn í Ukraina 24. februar.

Millum hendingarnar, sum Human Rights Watch hevur dokumenterað, er ein avrætting í býnum Butja, sum er 30 kilometrar í ein útsynning úr høvuðsstaðnum Kyiv.

Har vórðu fimm mans 4. mars tiknir av russiskum hermonnum. Teir vórðu tvungnir til knýggja við vegjaðaran, blusurnar hálaðar yvir høvdu.

Ein av monnunum varð síðani skotin í nakkan, sigur vitni fyri mannarættindafelagsskapinum.

– At datt síðani fram eftir rommum, sigur vitnið.

– Og ein kvinna skríggjaði.

Ein onnur hending, sum er lýst, er hvussu russiskir hermenn 6. mars kastaðu eina roykgranat niður í ein kjallara og síðani skutu eina kvinnu og 14 ára gamla barn hennara, tá tey komu upp úr kjallaranum.

Tað hendi í býnum Vorzel, sum er um 50 kilometrar úr Kyiv.

Barnið, kynið er ikki upplýst, doyði á staðnum.

Tey bæði høvdu sovið í kjallaranum, sigur ein maður sambært Human Right Watch. Hann var saman við kvinnuni, tá hon tveir dagar seinni doyði av løstunum.

/ritzau/

 

Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix